Oyggjaleikirnir 2009

15.07.09
sviming

Svimjingin stóð fyri flestu føroysku heiðursmerkjunum í Álandi. Her svimur Pál Joensen.

So vóru Oyggjaleikirnir av á hesum sinni.

Eg luttók fyrstu ferð á Oyggjaleikum júst í Álandi í 1991. Fyri ein ungan rennara tóktust leikirnir at vera øgiliga stórir, og hóast ítróttarligu úrslitini vórðu so sum so, fór eg avstað við eini kenslu av, at hetta hevði verið ein fantastisk uppliving.

Í hesum døgum hava vit ivaleyst nógv ung ítróttafólk, ið við somu gleði hyggja aftur á Oyggjaleikirnar í Álandi. Tey hava fingið nýggjar vinir í ítróttarumhvørvinum her heima og í øðrum oyggjasamfeløgum.

Ítróttarliga er ymiskt frá ítróttagrein til ítróttagrein, hvussu okkara ítróttafólk royndust. Men øll 100 upplivdu Oyggjaleikirnar frá teirra bestu síðu. Góðveðursdagar fullir av ítrótti, har kenslurnar sveiggja millum vónloysi í tapinum og sigursrúsin.

Føroyar fyriskipaðu leikunum í 1989. Tá vóru eini 900 ítróttafólk í Føroyum. Hesa ferð luttóku eini 3.000 ítróttafólk. Eru leikirnir so vorðnir ov stórir fyri Føroyar?

Vit hava hildið fast við ynskið um at skipa fyri leikunum aftur. Fyriskipan av Oyggjaleikunum er gott høvi at kanna og menna føroyska ítróttarkervið. Hvørji ítróttaranlegg mangla vit? Hvørji áttu at verði dagførd? Hvussu eru ítróttagreinarnar fyri, tá tað kemur til ungar íðkarar, venjarar, leiðarar og dómarar.

Seinastu tveir leikirnir hava verið í Hetlandi og í Álandi – hesi eru bæði smærri samfelag enn okkara, hóast í hvussu so er Áland hvørt summar fær fleiri gistandi ferðafólk enn vit. Og tað verður okkara høvuðsavbjóðing – at hýsa millum 2.000 og 3.000 fólkum í eina viku. Møguleikarnir eru at lækka støðið á innivistinum, so tey gista í skulum og hallum, ella at leiga cruise-skip, eins og tey gjørdu í Hetlandi í samband við leikirnar í 2005. Í øllum førum verður tað ein balansugongd, har tað snýr seg um at raka røttu javnvágina bæði innan støði og príslegu.

flogboltur

Flogbóltskvinnurnar noyddust sum liðítrótt at kappast alla vikuna um eittans heiðursmerki. Men tær fingu gull.

Tað eru tær 25 limaoyggjarnar í Altjóða Oyggjaleikanevndini, IIGA, ið avgera, hvar leikirnir skulu vera í framtíðini. Tá tær eru sannførdar um, at flutningur til og frá vertsoynni og innivistið eru á hóskandi støði, verður avgerðin vanliga tikin við støði í, hvar einstøku limaoyggjarnar fáa flestar av sínum ítróttagreinum við. Tað er vertsoyggin, ið velur 12-14 greinir av einum lista við 18 ítróttagreinum. Og her liggur so okkara næsta avbjóðing – at seta saman eitt útboð av ítróttagreinum, ið fær sum flestar av okkara ítróttagreinum við, samstundis, sum vit hava nakrar av teimum greinunum við, sum flestu oyggjarnar ynskja at luttaka í.

Spennandi verður at fylgja við gongdini at skipa fyri Oyggjaleikunum í Føroyum aftur.

Fyribils vita vit, at leikirnir verða á Isle of Wight í 2011, Bermuda í 2013 og Jersey ella Gotlandi í 2015.

Sølvi bloggar

17.05.09

Tá eg tók við sum ÍSF-forseti fyri einum ári síðani, hevði eg ein stillan tanka um, at eg vildi blogga fyri at siga eitt sindur um ítrótt, sum eg upplivi hann.

Nú er longu eitt ár farið. So nú skal tað vera.

isf

Aðalfundurin hjá ÍSF leygardagin. Mynd: Ninna R. Ørvarodd.

Eg kann byrja við at taka støði í farnu vikuni. Mánadagin vandi eg piltar hjá NSÍ, týskvøldið var eg ein túr við fimmmannafarinum Tjaldrinum – eg stýrdi, meðan 6 11-12 ára gamlir dreingir róðu ein túr fyri aðru ferð í lívinum. Hóskvøldið var eg á aðalfundi í Ítróttavedding og síðani til eitt evniskvøld fyri ítróttafólk, ið fara til Oyggjaleikir í summar. Fríggjadagin vandi eg piltarnar aftur. Og leygardagin hevði ÍSF ársaðalfund. Í dag, sunnudag, havi eg verið til fótbóltsdyst í Havn millum B36 og NSÍ.

tjaldur

11-12 ára gamlir dreingir syngja, meðan teir rógva við Tjaldrinum

Allar vikur eru tíbetur ikki so fullar. Men hendan vikan gevur á ein hátt eina mynd av tí fjølbroytta virksemi, ið vit, ið fáast við ítrótt, takast við.

Eftir aðalfundin hjá ÍSF leygardagin var ein fyrilestur á skránni. Jan Gudnitz frá DIF vísti m.a. eitt áhugavert modell av ymsu virkisliðunum í einum ítróttafelag: limir – tey “fólkavaldu” – umsitingin – tiltøk. Myndin vísti eina ringrás, har allir partar ávirkaðu hvønn annan. Flestu okkara, ið lýddu á, kendu okkum ivaleyst aftur í øllum fýra liðum í virkseminum. Í nógvum førum eru vit júst partur av øllum liðum; vit eru limir í felagnum og hava nakrar tankar um virksemið hjá felagnum, sum við bera til nevndina, sum vit kanska eisini eru partur av. Nevndin áleggur “umsitingini”, har vit aftur eru at finna, at skipa fyri einum hvørjum virksemi. Og vit eru so við til at fremja virksemi, sum venjarar ella fyriskiparar av kappingum.

Hetta kundi verið ein veikleiki, at ikki greitt verður skilt millum ymsu liðini  – at vit rótast í øllum so at siga. Men eg síggi tað meiri sum eina styrki. Ítrótturnin er bygdur á og treytaður av sjálvbodnum arbeiði. Og júst við at rótast í øllum fáa vit eina kenslu av virðinum í tí sjálvbodna arbeiðinum. Tað snýr seg ikki bara um at geva tíð og orku, men sanniliga eisini at uppliva gleðina saman við børnunum, ið venja, landsliðinum, ið fyrireikar seg til Oyggjaleikir, aðalfundarluttakarum, ið kunnu líta aftur og fram á einum aðalfundi, og teimum Vodafone-leikarum, ið fegnast um at venda 0-2 í hálvleikinum til 3-2.

Alt hetta er ítróttur.

nsi

Hesir stóru dreingirnir fegnast um vinnandi málið hjá Jann Inga. Mynd: Birita Hansen.

Hvat við hinum 13?

29.05.08

Skriv sent løgtingslimunum og miðlunum 28.05.08 ísv. 2. viðgerð av Fíggjarlógini fyri 2008

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tvey av okkara 15 sersambondum sambært tilmælinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini hava fingið hækkað játtanina við kr. 100.000,-.

Men hvat við hinum 13? Sersambondini hava øll altjóða virksemi, og luttaka kvinnur á jøvnum føti við menn í øllum ítróttagreinum. Onkur sersambond hava altjóða nevndarsessir, meðan onnur hava tikið á seg at skipa fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum.

Seinasta ár fekk Ítróttasambandið játtað kr. 400.000,- til altjóða samstarv. Lyftið hjá Fíggjarnevndini var tá, at hendan játtanin skuldi gerast ein árligur stuðul til altjóða virksemið hjá øllum føroyskum ítrótti.

Uttan at umrøða málið við Ítróttasamband Føroya hevur meirilutin í Fíggjarnevndini nú einvegis skotið upp at hækka játtanina hjá tveimum útvaldum sersambondum. Ítróttasamband Føroya átalar, at Fíggjarnevndin soleiðis leggur seg út í innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandi Føroya.

ÍSF vil fegið hava at vita frá Fíggjarnevndini, undir hvørjum fortreytum ætlaða broytingin verður framd. Sum landsfelagsskapur varðar Ítróttasambandið av øllum ítróttagreinum og kann tí ikki loyva sær at gera mun á ítróttagreinunum.

Ítróttasambandið kennir heldur einki til nakra greining av føroyskum ítrótti og virkseminum hjá ymisku sersambondum, sum kann liggja sum grund fyri hesi uppíleggingini frá Fíggjarnevndini.

Játtanin til rakstur av Ítróttasambandi Føroya og sersambondunum hevur staðið í stað í eini 20 ár. Ítróttasambandið hevur ár eftir ári sent eina grundaða umsókn inn um hægri játtan, uttan at Løgtingið hevur latið við seg koma.

Royndin hjá Fíggjarnevndini at leggja seg úti innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandinum er óseriøs og má átalast. Detailstýringin hjá Fíggjarnevndini er ein greið niðurgering av tí demokratisku skipanini innan Ítróttasamband Føroya, sum hvørt ár í sátt og semju býtir tøka peningin millum Ítróttasambandið og ymsu ítróttagreinirnar.

Ítróttasamband Føroya vil samstundis heita á Fíggjarnevndina og landsmyndugleikar annars at samskifta við Ítróttasamband Føroya, sum er landsfelagsskapur hjá øllum føroyskum ítrótti, og tí hevur samráðingarrættin vil landsmyndugleikarnar.

Um almennu myndugleikarnir ikki virða leiklutin hjá Ítróttasambandinum sum landsfelagsskap, mugu teir fyrireika seg til umsóknir og trýst frá hvørjari ítróttagrein sær. Talið á teimum er í løtuni 25 og er tíbetur vaksandi.

Sølvi Reinert Hansen

Ítróttasamband Føroya

Skriv til feløg og sersambond 29. apríl

03.05.08

29. apríl sendi eg soljóðandi útgreinandi skriv til feløg og sersambond:

Hey umboð fyri sersambond og ítróttafeløg

12. desember í fjør boðaði eg frá, at eg stillaði upp til forsetavalið í Ítróttasambandi Føroya. Aðalfundurin er nú lýstur at vera 24. mei, og freistin at stilla upp er úti á miðnátt nú fríggjakvøldið 2. mai.

Eg vil við hesum fegin útgreina nakrar av teimum tonkunum, sum eg upprunaliga hevði, tá eg stillaði upp.

Málini, eg umrøddi, eru á ongan hátt at skilja sum tey einastu viðkomandi, men eru heldur nakrir leysir tankar, eg havi gjørt mær seinnu árini. ÍSF skipaði seinasta heyst fyri einum temadegi, har nógv umboð fyri sersambondini nýttu høvi at siga sína hugsan um avbjóðingar og møguleikar hjá ítróttinum nú og í framtíðini. Tað hevur eftir mínum tykki alstóran týdning, at vit í størri mun hava slíkar temadagar ella ráðstevnur, har so nógv sum til ber fáa høvi at siga sína hugsan.

Hetta kann hava við sær, at felagsskapurin gerst meiri livandi t.d. við at seta á dagsskrá mál, sum eru felags fyri allan ítrótt. Í mun til sersambond í øðrum londum eru øll okkara sersambond smá; tí meti eg, at tað kundi verið til gagns fyri føroyskan ítrótt, um vit í størri mun skipaðu fyri felags tiltøkum, temadøgum, kjaki v.m.

Í teldupostinum 12. desember nevndi eg hesi mál sum týdningarmikil:

-arbeiðið við virðum og framtíðarmálum fyri føroyskan ítrótt (hví gera vit ítrótt, og hvat vilja vit?)
Í løtuni  er arbeiðið hjá ÍSF kjølfest í evstulógini hjá felagsskapinum og tí siðvenju, sum felagsskapurin hevur fingið gjøgnum árini. Eg kundi hugsað mær, at vit í øktan mun, eins og í grannalondunum, fara at arbeiða við at staðfesta, hvørji virði liggja í ítróttinum, og hvussu vit ynskja at ítrótturin skal mennast komandi árini. Vit eru ein felagsskapur við eini 15.000 limum, og tí átti tað at verið natúrligt, at vit í felag settu nøkur yvirskipaði mál út í kortið.

-styrkjan av breiddarvirkseminum við felags grundleggjandi leiðara- og venjaraútbúgvingum og førleikamenning annars 
Í stóran mun meti eg, at arbeiðið í ítróttarfeløgum og sersambondum kring landið líkist nógv. Bygnaðurin er líkur, arbeiðsuppgávurnar hjá nevndini líkar, arbeiðið við at skaffa leiðarar, venjarar og fígging líkt. Og dagliga arbeiðið í felagnum, har ein stórur partur snýr seg um at hava virksemi fyri børnum og ungum, er eisini líkt.

Innan øll hesi øki meti eg, at ítrótturin hevði havt gagn av øktum samstarvi. Tað snýr seg bæði um førleikamenning av teimum, ið eru virkin í feløgum og sersambondum, men eisini um, hvussu vit fáa fleiri at hava hug at taka lut í arbeiðinum innan ítrótt sum venjarar, leiðarar og nevndarlimir.

-betri samskipan av útbygging av fysiskum kørmum hjá ítróttinum 
Hóskandi fysiskir karmar eru ein fortreyt fyri ítróttarligum virksemi. Vit hava í stóran mun góð ítróttaanlegg kring landið, og kommunurnar gera eitt stórt arbeiði fyri at ganga ynskjunum hjá ítróttinum á møti.

Eftir mínum tykki kundi samskipanin av útbyggingini tó verið betri. Tað kundi verið ynskiligt, at kommunur í samráð við ítróttafeløgini í økinum orðaðu ein ítróttarpolitikk við nøkrum greiðum málum fyri útbyggingar av ítróttaranleggunum í økinum komandi árini. Við hesum ber kanska til at gera flest øllum til vildar. Tað er eisini lættari fyri feløgini, um tey vita, at júst teirra anlegg er við í eini heildarætlan, hóast tað kanska ikki verður framt í dag ella morgin. Ein partur av einum slíkum arbeiði kundi so eisini verið, at samskipanin millum ymsu ítróttarfeløgini og -greinarnar í økinum gerst betri.

Tey, sum hava luttikið á oyggjaleikum, hava mangan sæð sera skilagóðar og hentar ítróttardeplar hjá hinum oyggjunum – tað kundi verið ynskiligt, at verandi ítróttaranlegg og komandi útbyggingar vórðu gjørdur við tí fyri eyga at savna virksemi í økinum í ein depil, ið aftrat anleggum til einstøku greinarnar eisini innihelt nøkur felags øki, t.d. við matstovu, felagshølum, venjingarhølum v.m. (dømi eru Clickimin Leisure Complex í Lerwick í Hetlandi, National Sports Centre í Douglas á Isle of Man og Beau Sejour Leisure Centre á Guernsey).

-styrkjan av elituarbeiðinum við samstarvi um venjing og vegleiðing av bestu ítróttafólkunum 
Føroyar hava frá tíð til aðra havt serliga evnarík ítróttafólk. Í størstan mun hevur tað ligið á feløgum, sersambondum og einstaklinginum sjálvum saman við familjuni at arbeiða við serligu evnunum. Tað kundi verið ynskiligt, at føroyska ítróttarrørslan í felag setti á stovn eina elitumenningarskipan, ið kann stiðja og leiðbeina evnaríku ítróttafólkunum. Skipanin kundi  hjálpt fíggjarliga, so meiri tíð bleiv til ítróttin, við samskipan av venjingarlegum og kappingum uttanlands, við vegleiðing ísv. útbúgvingar og starvsmøguleikar hjá ítróttafólkunum og við vegleiðing í kosti, venjing og lívsførslu annars.

-styrkjan av altjóða profilinum við einari felags ætlan fyri fyriskipan av altjóða tiltøkum í Føroyum 
Føroyar hava altjóða limaskapir í flest øllum ítróttagreinum. Tað kundi verið ynskiligt, at Føroyar átóku sær ein størri leiklut á altjóða pallinum, t.d. tá tað kemur til at fyriskipa millumtjóða kappingar. Fyriskipan av altjóða kappingum í Føroyum bøtur um okkara altjóða umdømi og stimbrar føroyskan ungdóm til at íðka viðkomandi ítróttagreinir.

Tað kundi í hesum sambandi verið ynskiligt, at ítrótturin í felag arbeiddi við at gera eina langtíðarætlan fyri, hvørji tiltøk vit ynskja at hýsa í Føroyum. Ein partur av fíggjarætlanini hjá ÍSF kundi so árliga verið settur av til stuðul til altjóða tiltøk í Føroyum. Tað er eyðsæð lættari hjá einum sersambandi at átaka sær at skipa  fyri einum tiltaki, um man veit, at partur av neyðuga peninginum longu er tøkur.

-økt ávirkan til ung/aktiv ítróttafólk 
Í londunum kring okkum hevur eitt rák seinnu árini verið, at ungir leiðarar og ítróttafólk fáa økta ávirkan. Í flestu førum snýr tað seg um, at tey fáa høvi at siga sína meining um rák innan ítróttin og at gera uppskot til, hvar sett eigur at verða inn. Fleiri ítróttasambond hava sonevndar ungdómsnevndir, har ungir ítróttaleiðarar sita – í summun førum eru tey vald av einum ungdómstingi, og í øðrum førum eru tey útnevnd av leiðsluni í felagsskapinum. Innan olympisku rørsluna hevur man sonevndar aktivnevndir, har aktiv ítróttafólk sita í.

Eg kundi ynskt, at vit onkursvegna fingu eina skipan, har ungir leiðarar og/ella ítróttafólk fingu ein ráðgevandi leiklut innan ítróttarørsluna.

Um eg fái høvi at virka í nevndini hjá ÍSF, kundi eg hugsað mær, at vit við støði í temadegnum seinasta heyst og Ítróttarálitinum beinanvegin byrja eina tilgongd, har vit opið viðgera, hvørji ynski vit hava við felagsskapinum Ítróttasambandi Føroya. Hvønn leiklut skal felagsskapurin hava mótvegis feløgum og sersambondum? Eftir mínum tykki eiga vit at byrja við innihaldinum í felagsskapinum og síðani gera møguligar bygnaðarbroytingar í sátt og semju við støði í ynskta innihaldinum.

Ringið ella meylið endiliga, um tit hava fyrispurningar. Veit ikki, hvussu rætt adressuyvirlitið hjá mær er, so tit eru vælkomin at senda teldupostin víðari til onnur viðkomandi fólk, um tit hava hug. Ætlanin var at senda til øll feløg og sersambond.

Við ítróttakvøðu

Sølvi R. Hansen 

Skriv til feløg og sersambond 12. desember

03.05.08

12. desember í fjør gjørdi eg av at stilla upp til ÍSF-forseta. Í tí sambandi sendi eg soljóðandi skriv til sersambond og limafeløg hjá ÍSF:

Hey øll umboð fyri sersambond og ítróttafeløg

Eg havi fyri løtu síðani boðað skrivstovuni hjá Ítróttasambandi Føroya, at eg stilli upp til forsetavalið í Ítróttasambandi Føroya á aðalfundinum í mei 2008. Freistin at stilla upp til nevndarval er 3 vikur undan aðalfundin, men eg vil við hesum í góðari tíð boða frá, at eg stilli upp.

Framtíðin hjá føroyska ítróttinum er bjørt og full av spennandi avbjóðingum. Vit eru størsta sjálvbodna rørsla í landinum, hava sera stóra ávirkan á okkara børn og ungu og eru í fremstu røð, tá tað snýr seg um at mynda Føroyar í altjóða høpi.

Hóast rørslan er stór og eldsálirnar nógvar, er eftir mínum tykki stórur tørvur á øktum samstarvi millum sersambondini, og millum feløg tvørtur um ítróttagreinir. Ítróttasamband Føroya eigur at hava ein greiðan samskipandi leiklut í hesum samstarvinum.

Dømi um mál, sum eg meti hava stóran týdning komandi árini, eru:

-arbeiðið við virðum og framtíðarmálum fyri føroyskan ítrótt (hví gera vit ítrótt, og hvat vilja vit?)

-styrkjan av breiddarvirkseminum við felags grundleggjandi leiðara- og venjaraútbúgvingum og førleikamenning annars

-betri samskipan av útbygging av fysiskum kørmum hjá ítróttinum 

-styrkjan av elituarbeiðinum við samstarvi um venjing og vegleiðing av bestu ítróttafólkunum 

-styrkjan av altjóða profilinum við einari felags ætlan fyri fyriskipan av altjóða tiltøkum í Føroyum -økt ávirkan til ung/aktiv ítróttafólk

Fyri at røkka hesum málunum er neyðugt at fíggjarliga grundarlagið hjá ítróttinum verður styrkt. Almennir og kommunalir myndugleikar eiga at stuðla ítróttinum betur, tá havt verður í huga tað øgiliga stóra sjálvbodna arbeiðið kring landið. Samstundis eigur Ítróttasamband Føroya at ganga á odda í arbeiðinum við at fáa skipað eitt elitusamstarv við almennum og privatum íleggjarum.

Eg vil fegin verða við til at røkka hesum málum saman við hinum limunum í starvsnevndini hjá Ítróttasambandi Føroya. Ítróttur er og hevur altíð verið ein týðandi partur av mínum lívi sum aktivur, leiðari, venjari, nevndarlimur og sum starvsfólk hjá Ítróttasambandi Føroya.

Ringið ella meylið endiliga, um tit hava fyrispurningar.

Við ítróttakvøðu

Sølvi R. Hansen